Handilstreytir

 

Allir prísirnir er í føroyskum krónum íroknað 25% mvg um ikki annað er ásett.

Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum, prentvillum og útseldum vørum.

Prísirnir eru bert galdandi í Føroyum.

 

Bílegging

Tú bíleggur við at skriva allar týðandi upplýsingar í bíleggingar útfyllingarteigarnar.

Teigarnir fyri navn, bústaður, bygd/býur, teldupostur, telefon skulu útfyllast.

Ein teldupostur verður sendur fyri at vátta móttøku av ordranum.

 

Eftir bíleggingarmóttøku er avgreiðslutíðin vanliga 1 yrkadagur.

Er vøran ikki á goymslu, royna vit at útvega hana innan 10 dagar.

 

Viðvíkjandi bílegging er tað ikki óvanligt at samla so nógvar vørur at levera samstundis sum gjørligt, tá er kundin vælkomin at gera vart við at vøran ikki hevur skund. Tó er hettar altíð í samráð við kundan.

 

Gjaldshættir

Gjørligt er at gjalda umvegis bankaflyting, eisini er gjørligt at gjalda kontant. Havi bert gjaldskort terminal til serlig tiltøk og serhøvir.

 

Um annað ikki er avtala, skal gjaldast fyri vøruna áðrenn hon verður latin kundanum. Tó er best um vøran er goldin beint eftir bílegging.

Levering

Tað er gjørligt hjá okkum at levera til hurðina, eisini er gjørligt at avheinta vøruna í Klaksvík.

 

Sum oftast brúka við Høj Flutningur at senda pakkar við, tó eisini Posta. Ofta brúka vit vinir og kenningar eisini, um kundin hevur áhuga í tí;-)

 

Kundin skal sjálvur gjalda fyri fraktina.

 

Returrættur

Um tú iðrar teg um keypið innan 14 dagar, afturgjalda vit fullan prís fyri vøruna, treytað av, at vøran er í upprunapakkitilfari. Vøra, ið verður latin inn aftur innan 14 dagar, men sum ikki uttan víðari kann seljast sum nýggj, verður ikki endurgoldin við fullum prísi.

 

Klæðir sum havi fingið á prenta navn ella nummar kunnu ikki skiftast um.

 

Vanligar gjaldstreytir, um ikki annað er tilskilað, eru:

-

 

Gjaldast skal seinast leypandi mánað + 20 dagar frá keypsdato.

-

 

Verður goldið eftir seinasta gjaldsdag verður 

2 % renta løgd aftur samlaðu upphæddini.

Avgreiðslugjald er kr. 100 fyri rokningar sum i

kki eru avgreiddar áðrenn ásetta gjaldsdato.

Show More
Motus Sport     -     Stoksoyravegur 3     -     FO-700     -     Klaksvík     -     motussport@gmail.com     -     Telefon: +298 765050
Motussport '14.
Forrita og sniðgivið hevur Tróndur Ellingsgaard.

Veitarar

Just Rewards

Li-Ning

Allzweck-Sportartikel

BioSpray

Bodet

CW-X

Warrior

Stanno

Diamond Football

 

Derbystar

Molten

Precision Training

Selsport

Spintso

Taktifol

Trusox

Joma

Winmau

Handilstreytir

Bílegging

Gjaldshættir

Levering

Renturættur

 

 

Samband

Upplýsingar

Her eru vit

Send fyrispurning